Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Norðradalur – Syðradalur
Ein stuttur men spennandi túrur gjøgnum brøttu líðina millum Norðradal og Syðradal, har gingið verður gjøgnum ta hugnaligu Dalagjógv
Bygdagøtan byrjar ovast í hugnaligu og vøkru Dalagjógv í Norðradali. Meðan gingið verður oman gjøgnum gjønna, fram við rættum og tvørtur um brúgvar, gerst útsýnið oman gjøgnum gjønna – heilt oman á sjógv, alsamt betri og vakrari. Komin nakað oman í gjónna fylgja vit gøtuni gjøgnum hamaran, niðan á sunnaru síðu á gjónni. Haðani verður gingið eftir gøtuni til syðra býlingin, har nýggj bøgarðsportur eru uppsett og skelta er við gøtuni. Gingið verður suður gjøgnum líðina undir Tunglíðfjalli. Um Tungulíðgjógv verður farið nakað niðan, uml. í 108 m hædd. Annars liggur gøtan fyri tað mesta í 75–80m hædd.
Gøtan er ikki hildin, og onkustaðni hava skriður brotið gøtuna av. Men pelar vísa leiðina. Beint sunnan fyri Tunguliðgjógv eru fleiri stór gil, har tað er serliga vakurt og hugnaligt. Her er gott at seta seg við einum kaffikoppi og njóta løtuna – serliga í vesturskininum.
Her er vakurt at ganga suður gjøgnum líðina. Niðanfyri okkum síggja vit oman á tangarnar har heilt fitt av brimi kann verða, og út fyri okkum hava vit Koltur við sínum eyðkenda skapi.
Syðri partur av Tungulíð kann tykjast heldur avbjóðandi, tí ein kemur so tætt at tromini niðri á bakkanum. Men hetta er bert eitt stutt strekkið áðrenn gingið verður inn í dalin. Um hetta er ein trupulleiki, kann ein bara taka seg eitt sindur niðan í brekkuna.
Norðradalur - Syðradalur
Public Transport
There is no public transportation to Norðradalur or Syðradalur.
Arriving by car
Parking, Norðradalur
There is a large parking lot by the bridge where the road splits in two. Another parking lot is found down in the eastern part of the village. From here, walk through the gate above the easternmost house, Norðradalsvegur 1, and go uphill. (see the photos)
Syðradalur - Norðradalur
Public Transport
There is no public transportation to Norðadalur or Syðradalur.
Parking, Syðradalur
There is good parking in Syðradalur. If there are no spaces left in the big parking lot, you can park your car where the road to the allotments starts. From there, walk toward the gate. (see the photos)
Norðradalur - Syðradalur
Syðradalur - Norðradalur
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar
Øki / Torleikastig