Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Saksun - Tjørnuvík

  • tj-rnuv-k-dpc-photography-jpg
    View above Tjørnuvík village. Photo: @dpc_photography
  • 2019-06-22-tj-rnuv-k-saksun-img-20190622-132900-jpg
    The path up from Saksun. To the right the ancient Dúvugarður in Saksun. Photo: Óli Gardshodn
  • 2019-06-22-tj-rnuv-k-saksun-img-20190622-132323-jpg
    The very beautiful iconic narrow canal into Pollin í Saksun. Photo: Óli Gardshodn
  • 2019-06-22-tj-rnuv-k-saksun-img-20190622-130954-jpg
    Cottage by the lake Pollin í Saksun. Óli Gardshodn
  • 2019-06-22-tj-rnuv-k-saksun-img-20190622-124655-jpg
    The path is visible most of the hike. Photo: Óli Gardshodn
  • 2019-06-22-tj-rnuv-k-saksun-img-20190622-122307-jpg
    Cairn at Støðilsgil above Tjørnuvík. Photo: Óli Gardshodn
  • 2019-06-22-tj-rnuv-k-saksun-img-20190622-120837-jpg
    View above Tjørnuvík village. Cairn as signpost. Photo: Óli Gardshodn
  • tj-rnuv-k-dpc-photography-jpg
    View above Tjørnuvík village. Photo: @dpc_photography
  • 2019-06-22-tj-rnuv-k-saksun-img-20190622-132900-jpg
    The path up from Saksun. To the right the ancient Dúvugarður in Saksun. Photo: Óli Gardshodn
  • 2019-06-22-tj-rnuv-k-saksun-img-20190622-132323-jpg
    The very beautiful iconic narrow canal into Pollin í Saksun. Photo: Óli Gardshodn
  • 2019-06-22-tj-rnuv-k-saksun-img-20190622-130954-jpg
    Cottage by the lake Pollin í Saksun. Óli Gardshodn
  • 2019-06-22-tj-rnuv-k-saksun-img-20190622-124655-jpg
    The path is visible most of the hike. Photo: Óli Gardshodn
  • 2019-06-22-tj-rnuv-k-saksun-img-20190622-122307-jpg
    Cairn at Støðilsgil above Tjørnuvík. Photo: Óli Gardshodn
  • 2019-06-22-tj-rnuv-k-saksun-img-20190622-120837-jpg
    View above Tjørnuvík village. Cairn as signpost. Photo: Óli Gardshodn

Túrurin til deiligu grannabygdina Tjørnuvík er ógloymandi

Í Saksun byrjar bygdagøtan omanfyri kirkjuna, nakrar fáar metrar niðan eftir vegnum til Dúvugarðar, har hon fer skrátt niðan eystureftir inn í dalin, og so í ein U-form (hestaskógv) niðan rundanum bøgarðin runt um Dúvugarar. Fylg bláu pelunum góðar 300 metrar, har tú beint eftir at tú ert komin gjøgnum gamla garðaliðið á rossagøtuni sneiðir beint niðaneftir. Uppi undir hamaranum sneiðir gøtan skrátt niðan úteftir dalinum, niðan á høvdina omanfyri Dúvugarðar. Komin upp á høvdina fylgir tú pelunum víðari einar 350m beint úteftir dalinum – út um Miðá.
Meðan gingið verður úteftir dalinum er sera gott útsýnið omanyvir Saksun og Dúvugarðar og sjálvandi eisini serstaka og vakra Pállin og Ósan. Høgu fjøllini rundan um geva bygdini ein duldan dám og ikki minni ein ófatiligan vakurleika.
Pollurin var góð náttúruhavn, men eftir eitt ódnarveður í 1600-talinum fyltist havnin við sandi.

Komin út um Miðá, sneiðir gøtan skrátt niðaneftir fjallasíðuni. Fylg henni heilt niðan á slætt – við stóra varðan uppi á Øksl. Á leiðini niðan á varðan er gøtan onkustaðni burtur, men tá ið tú ert komin niðan á varðan, er varðagøta allan teinin til Tjørnuvíkar.
Steðga á og njót útsýnið oman yvir Saksun, áðrenn tú byrjar leiðina inn í dalin – niðan móti Tjørnuvíksskarði, sum í 522m hædd er 8-hægsta bygdagøta í Føryum.
Varðarnir føra teg beina leið norðureftir, inn í dalin Frammi í Dal. Her er eitt slags kvirra og hugni í hesum dalinum, har Gellingará við stórum lykkjum spakuliga sneiðir seg omaneftir. Sálarró.

Komin niðan á Tjørnuvíksskarð, er avbera vakurt útsýni oman yvir Kollin norðanfyri Eiði, har tú eisini sært sermerktu drangarnar Risan og Kellingina. Søgan um tey bæði er, at tey vórðu send til Føroya at toga oyggjarnar til Íslands. Risin varð standandi í sjónum, men kellingin kleiv niðan á Eiðiskoll at binda oyggjarnar saman, so risin kundi fara við teimum. Hon setti so harðliga av, at Kollurin støkk sundur. Henda fyrireikan var drúgvari enn væntað, men tá ið tey so einaferð vóru búgvin at fara til Íslands, reis sólin ólukkutíð úr kavi, og tey vórðu til stein.
Hiðani sært tú eisini Slættaratind og Gráfelli, sum – við sínum áviikavist 880 og 856 metrum – eru hægstu fjøll í Føroyum.

Fylg varðunum allan vegin oman til Tjørnuvíkar. Legg merki til hvussu vakurt lagaðir fleiri av teimum eru. Kanska hevur ein kapping verður millum Tjørnuvíkingar og teir í grannabygdini Haldórsvík, tí teirra eru ikki minni vakrir.
Úti á einum hamara í 220m hædd kemur Tjørnuvík so við og við undan. Tað følist onkusvegna fjálgt og heimligt at koma oman í bygdina, har tú fyrst kemur oman í gamla býlingin við teimum nógvu gomlu og tættbygdu svartmálaðu húsunum – tey flestu við flaðtaki. Niðanfyri er stórur sandur og lógv, sum brýtur. Sjarmerandi! Júst hetta dregur dregur nógv vitjandi til bygdina.

Tjørnuvík er eisini kend fyri sín serliga sálmasong, Kingo-sangin, sum er elligomul sálmasiðvenja, sum stavar frá danska sálmaskaldinum Thomas Kingo. Bygdin hevur eitt kór, ið syngur Kingo sálmar.
Saksun - Tjørnuvík
Tjørnuvík - Saksun

Saksun - Tjørnuvík

Public transport
Saksun is not reachable by public transport. Route 202 from Oyrarbakki is driving to and from Tjørnuvík.

Arriving by car
Parkering, Saksun
The public parking lot near the church in Saksun is a good place to park. From here, walk towards the church, where you will find the start of the path (indicated by a blue line in the picture).  

Tjørnuvík - Saksun

Public transport
Saksun is not reachable by public transport. Route 202 from Oyrarbakki is driving to and from Tjørnuvík.

Arriving by car
Parkering, Tjørnuvík
The public parking lot situated by the main road when you enter the village. From there, you walk across the bridge, along the church and through the village to the point where the path begins (illustrated with a blue line on the picture). 

  • tj-rnuv-k-png
    See green line for parking and blue line for startingpoint
  • parkering-tj-rnuv-k-png
    parking in Tjørnuvík
  • tj-rnuv-k-2-png
    See green line for parking and blue line for startingpoint
Saksun - Tjørnuvík
Tjørnuvík - Saksun

Saksun - Tjørnuvík

Tjørnuvík - Saksun

Fakta

path icon
2t 25m

Tíð

path icon
7 km

longd

hilltop peak icon
522 m

Hægsta stað

family icon
529 m

Hæddarmetrar


family icon The route is suitable for children above 8 years
difficulty icon Medium - Somewhat difficult from Saksun and up to the first cairn
terrain icon Grass path. In some places stones and rocks the first leg. Then cairn path, mostly with grass surface
9°C
9 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours