Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Skælingur - Norðradalur
Friðarligur túrur við leið ígjøgnum serstaka grótlaðing við Gjáarbotn
Á Skælingi verður gingið frá høvuðsvegnum suður eftir uppdyrkingarvegnum út ígjøgnum portrið og síðani fram eftir gøtuni. Onki frámerki er um gøtuna, men tað er lætt at finna uppdyrkingarvegin og gøtuna.
Sera hugnaligt og vakurt er innast í Gjáarbotni, har gamla rættin í gjónni ger túrin til nakað heilt serligt. Gamla rættin, sum nýliga er laðað av nýggjum, varð upprunaliga laðað onkuntíð í 19. øld.
Í Norðradali er gøtan flutt í mun til upprunaligu gøtuna. Her hevur bóndin sett skelti á bæði síni portur vestureftir, har hann vísir á, at portrið í neðra skal brúkast. Frá portrinum og niðan tætt undir stíggin í hamaran (Áarstíggjur) sæst gøtan ikki.
Hav GPX-fíluna við á túrinum. Varðar og gøta eru ikki sjónlig allan vegin.
Gøtan kann gangast báðar vegir, so veður, ætt, sól og ferðamøguleikar kunnu avgera, hvønn veg gingið verður. Onkrar tungar brekkur eru á leiðini, men tær eru báðar vegir.
Skælingur - Norðradalur
Public transport
There is no public transport to Skælingur. However, if you are up for walking to from Leynar (3,7km) route 100/300 drives to and from Leynar.
Arriving by car
Parking, Skælingur
1) 1-2 cars can be parked at the turning space by the end of the main road, close to the house at á Skælingi 17. From there, take the unpaved road southward.
2) Another 1-2 cars can be parked at the lay-by about 180 metres further north, just south of the river Mjólká (beneath a Faroese Telecom cabinet).
Norðradalur - Skælingur
Public transport
There is no public transport to and from Norðadalur
Arriving by car
Parking, Norðradalur
Drive as far as you can on the main road toward the disused fish farming plant. The road to the fish farm is closed. Parking is available by the gate blocking the road and north of it. You need to park close to the fence. (see the green line) From there, follow the line up to the first gate, which leads you out to the pastures – see the blue line.
Skælingur - Norðradalur
Norðradalur - Skælingur
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar
Øki / Torleikastig